Ein kanadiskur flogskipari slapp við lívinum, tá jagaraflogfar hansara datt niður, júst sum tað skuldi taka lut í einari flogsýning í býnum Lethbridge. Fólk, sum sóu tilburðin hava greitt frá, at alt í einum fór flogfarið á høvdið og nærkaðist jørðini við nógvari ferð.
Eldur kom í flogfarið, áðrenn tað kom niðurat. Tá hevði flogskiparin, Brian Bews, skotið seg úr flogfarinum, men tað var um reppið, at hann datt niður á tað brennandi vrakið.
Brian Bews er nú á sjúkrahúsi, men sambært myndugleikunum hevur hann ikki fingið stóran skaða av tilburðinum.