Uppstillingarfundurin í Boston er tann fyrsti av sínum slagi síðani atsóknina 11. september í 2001. Myndugleikarnir hava leingi ávarað um, at yvirgangsmenn kunnu fara at søkja at uppstillingarfundunum hjá teimum báðum flokkunum upp undir forsetavalið í heyst, og trygdartiltøkini í Boston eru eisini so umfatandi sum ongantíð fyrr.
Sjóverjan hevur fleiri skip, sum halda eygað við øllum, sum hendir í og nærhendis havnarlagnum í býnum. Í luftini sveima jagaraflogfør hjá flogvápninum, meiri enn eitt túsund upptøkutól eru sett upp í gøtunum við FleetCenter, har fundurin er, og allastaðni eru vápnaðir løgreglumenn á varðhaldi.
Valevnið hjá demokratunum, John Kerry, kemur ikki til Boston fyrr enn í morgin, og hann fer ætlandi ikki á røðarapallin, fyrr enn eftir at flokkurin hevur góðkent hann sum avbjóðara hjá George W. Bush, forseta.
? Nú fara eg og John Edwards til Boston, har vøggan hjá amerikonsku kollveltingini stóð, og síðani fara vit í Hvítu Húsini, segði John Kerry á einum veljarafundi í Sioux City í statinum Iowa leygarkvøldið.
Tann seinasta meiningakanningin bendir annars á, at tað verður sera javnt ímillum Kerry og Bush. Kanningin, sum blaðið Los Angeles Times kunngjørdi í gjár, gav Kerry 46 prosent av atkvøðunum og Bush 44 prosent. Sambært blaðnum merkir tað í veruleikanum, at tað stendur á jøvnum ímillum teir báðar.