Tá atkvøðurnar á heimasíðuni hjá Nordic Unsigned vóru taldar upp, vóru Makrel annars ovast við 23,65 % av atkvøðunum, meðan Eyð Berghamar Jakobsen gjørdist nummar tvey við 20,69% av atkvøðunum, og norsku punkararnir í Shitzoo gjørdust nummar trý somuleiðis við 20,66% av atkvøðunum. Hetta gav Makrel trý stig, Eyð tvey stig og Shitzoo eitt stig. Jade fekk einans 7,55% og var sostatt nummar fimm
Dómararnir góvu síðan fýra stig, og øll stigini fóru til Jade og við hesum var avgerðin fallin Live your life varð valt til besta lag í kappingini.
Tað eru MTV og Samsung, sum skipa fyri kappingini, og eingin ivi er um, at hetta er ein risa møguleiki hjá vinnandi bólkinum..