Eyðun Mohr Viderø
Nú er framtíðar politiska avgerðin tikin hjá Karsten Hansen. Hann kann ikki longur virka í tí "ókristiliga" Tjóðveldisflokkinum.
Tað er sera áhugavert at fylgja eini sovorðnari avgerð og gera sær sína egnu meting um samlaðu hendingina.
Karsten er "føddur" inn í Tjóðveldisflokkin. Pápi hansara var virkin í politikki og fakfelagsarbeiði, so at Karsten endaði í sama flokki er heilt náttúrligt. Í sovorðnum føri snýr tað seg ikki um at vera samdum í øllum, tí alla tíðina verða broytingar gjørdar í uppfatanini av politiskum hugsjónum og normum, men ein meðvitandi persónur setur sær heldur fyri at vera virkin og vera við til at laga flokkin og stevnuskrá til tíðina, men kortini altíð halda endamálið í eygsjón.
Tveir hugsjónarliga veikir populistar í Tjóðveldisflokkinum settu sær sum mál at vinna eyka atkvøður til komandi løgtingsval við at egna fyri sokallaðum homoseksuellum. Hesi settu okkara "høga" løgting í "sjokkstøðu" við uppskotinum um broytingar í revsilógini grein 266b. Henda viðgerð er ikki verd meiri umrøðu!
Karsten hevði so stórar trupulleikar av støðu floksins í hesum máli, at hann helt seg ikki kunna virka har longur, og hann bað tí um at verða strikaður bæði úr tingbólki og valfelag!
Í morgun hava vit frætt í fjølmiðlunum, at hann hevur gjørt av at melda seg inn í Miðflokkin, ivaleyst tí, at har heldur hann seg kunna virka við sínum andaligu sannføring og politiska tevi.
Men er tað hetta, ið eg og onnur vænta okkum av einum "sinniligum politiskum tungvektara"? Nei!
Er tað ikki júst teimum sjúku, ið tørva lækna?
Var avgerðin hjá tjóðveldistingmonnum so skeiv, so hava teir júst tørv fyri einum andaligum vaknum persóni til rættleiðingar, men kortini rýmdi hann av garði! Hví?
Vit enda tíverri eisini hesaferð í somu skuffu, sum so mangan áður, at sjálvt eitt so "høgt" starv sum løgtingsmaður endar sum eitt lívsstarv hjá einum breyðpolitikkara!
Tikið verður mangan til orðini: Andin er fúsur, men holdið er veikt. Men í hesum føri meti eg, at styrkin í holdinum er fúsur, men andin er veikur!