- Vit hava leingi ætla okkum at selt Jacques. Tá vit stovnaðu dansistaðið settu vit okkum fyri at reka tað í trý ár, og tað hava vit nú gjørt, sigur ein av eigarunum, Suni Reinert.
At byrja við var Jacques ætla lesandi føroyingum í Danmark. Men eftir eina tíð fóru føroyingar á onnur dansistøð í býnum, og tess vegna fór Jacques eftir einum størri móttakarabólki nevniliga danskarum:
- Vit skilja væl, føroyingar eisini fara aðrastaðni. Hjá okkum kostar tað hvørt leygarkvøld 50 krónur at sleppa inn, og tá tað aðrastaðni er ókeypis at sleppa inn, fara lesandi sjálvandi hagar.
Suni Reinert ásannar somuleiðis, at Jacques ikki bara hevur verið lætt at reka, og at lítil fíggjarligur vinningur hevur verið hesi árini:
- Vit vóru tríggir stakir menn, Todi Jónsson, Martin Ansbjørn og eg, ið av fyrstan tíð stovnaðu Jacques. Tá høvdu vit góða tíð og orku at fáa alt at hanga saman. Men nú hava vit annað at fáast við og aðrar ætlanir. - Eitt nú Todi eisini giftur.
Nøkur boð eru komin frá møguligum keyparum, men enn hava eigararnir ikki tikið av nøkrum boði:
- Vit ætla okkum ikki at selja Jacques fyri minni enn 2.150.000 milliónir.
Í januar lat eitt annað dansistað upp í Keypmannahavn nevniliga Skarv. Men Suni Reinert váttar, at orsøkin til søluna einki hevur við Skarv at gera:
- Vit hava leingi roynt at selt Jacques. Skarv er heldur ikki ein ein kappingarneyti hjá okkum. Skarv hevur ein heilt annan móttakarabólk, enn vit.










