- Tað er ikki rætt, at vit hava skúgvað tær til viks.
Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Fyrr í dag hoyrdu vit á Rás2, og her á www.in.fo at tær báðar, Jacobina Petersen og Sonja Johannesen, sum hava havt handilin, Prýðið, á flogvøllinum nú í 23 ár, ikki sleppa at halda fram í nýggju farstøðini, og at tær føla seg illa viðfarnar av leiðsluni á flogvøllinum.
Jákup Sverri Kass sigur, at teimum stóð í boði at halda fram uttan fyri tað tollfría øki, men tað vóru tær ikki sinnaðar til.
- Tær vildu sleppa inn í tollfría handilin, men tað varð ikki gingið á møti, sigur Jákup Sverri Kass.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu stjórin í Vága Floghavn svarar atfinningunum.
Les eisini: Kenna seg illa viðfarnar av Vága Floghavn
Les eisini: Privata vinnan skal sleppa framat
|