Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur ikki lurtað eftir meirilutanum í uttanlandsnevndini um ásetingina av makrelkvotu. Tað visti Rás2 at siga í tíðindasending klokkan 15. Rás2 byggir sína vitan um tað, sum farið er fram í uttanlandsnevndini, á eitt innanhýsissamskifti, sum Miðlahúsið hevur fingið hendur á.
Tað var mánadagin, at Jacob Vestergaard boðaði frá, at hann fer at áseta eina samlaða makrelkvotu á 150.000 tons við kunngerð.
- Men tveir dagar undan ráddi ein stórur meiriluti í uttanlandsnevndini landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at áseta eina nógv minni makrelkvotu við kunngerð, segði Rás2.
Í tilráðingini frá uttanlandsnevndini stendur, at grundleggjandi kvotan skal verða - ikki 150.000 - men 90.000 tons samsvarandi teimum 15% av samlaða tilmælinum hjá fiskifrøðingum.
Uttanlandsnevndin mælir samstundis til at áseta eina sonevnda royndarkvotu, sum skal bjóðast alment út fyri pengar í samráð við Havstovuna.
- Men heldur enn at lurta eftir tilráðingini frá meirilutanum uttanlandsnevndini, hevur Jacob Vestergaard gjørt greitt, at grundkvotan verður 150.000 tons - og einki verður boðið út alment, men lýst í kunngerð, visti Rás2 at siga klokkan 15.










