- Hetta kom eitt sindur óvart á meg.
Tað staðfestir Aksel V. Johannesen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður floksins.
Tað, hann sipar til, er, at í gjár kunngjørdi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at útlitini fyri at fáa eina semju ímillum allar flokkar um eina fiskivinnunýskipan, eru ógvuliga smá, fyri ikki at siga, at tey eru fokin.
Tað er ikki ein fráboðan, Aksel V. Johannesen hevði væntað. Hann heldur, at hetta vísir, at innast inni vil Jacob Vestergaard ikki hava eina semju um eina fiskivinnunýskipan.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur tað.