Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Tað hevur gingið heilt væl á nógvum økjum, men at ISIS vaks so ógvusliga legði ein sera myrkan skugga yvir árið - og árini, sum koma. Persónliga kann eg enn einaferð fegnast um eitt ár, har eg hvørki fekk snuddir á likam ella sál. Viðhvørt hugsi eg, at hetta kanska er tekin um, at eg livi eitt ov varligt lív...
Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
Hvat minnist hann so best frá 2014?
- Politiskt vóru tað stórir dagar, tá nýggju silda-og makrelavtalurnar vórðu gjørdar. Tað bleiv gamblað, og vit vóru heppin, men samstundis var tað bæði djarvt og professionelt. Herluf Sigvaldsson, Bjørn Kunoy og onnur embætisfólk gjørdu eitt vala arbeiði. Tað gjørdi meg stoltan.
Fólkatingsmaðurin sigur, at hann er ósamdur við Jacob Vestergaard um nógv, og hann helt eisini sjálvur, at Jacob í stríðnum spenti bogan ov nógv.
- Vandin var stórur fyri, at strongurin brast. Men, í baksýni má mann siga, at hann var heilt rætti maðurin at hava har tá. Takið er nú at umsita hetta ríkidømi, so landið fær sum mest gagn av tí.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Tað var stuttligt - um enn eitt sindur vátt - at súkkla niður gjøgnum Evropa við Team Rynkeby. Eftir tað var familjan nakrar góðar dagar í París - og heimkomin í føroysku sólina aftur vóru vit nakrar deiligar tjald- og summarhústúrar. Slíkir túrar standa altíð ovarlaga á listanum. Í Fólkatinginum hevur gingið heilt væl. Tað er ein fragd at arbeiða í politikki, tá tú støðugt fært ítøkilig úrslit, sum gera mun.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Einki!
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- At vit semjast um at gera eina stóra havn og ein stóran flogvøll. Hvar tað er, er líka mikið. Tann dag, tá Føroyar hava hesar fasilitetir, latast heilt nýggir vinnumøguleikar upp. At West Hercules bleiv umvældur her, var ein stórhending, og vit liggja so væl fyri, at har er nógv meira at heinta, um vit tora at satsa uppá at draga bæði skip og plattformar hendanveg. Og so vóni eg - sum altíð - at mentan fær hægri politiska raðfesting í Føroyum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.