Jacob Vestergaard tekur tað sum tað kemur

- Tað kemur ikki óvart á meg, at landskassin nú noyðist at gjalda endurgjald fyri Jógvan S, sigur Jacob Vestergaard. Tað var hann sum tók loyvið frá Jógvan S á sinni. Tað, sum hendir nú, taka vit sum tað kemur, sigur hann

Jógvan S
 

 
- Kemur Jógvan S aftur til politiska viðgerð við kravi um, at eg skal átaka mær ábyrgdina, kann eg ikki annað enn taka tað sum tað kemur.
Tað sigur Jacob Vestergaard, sum var landsstýrismaðurin, ið tók loyvið at fiska frá Jógvani S og sum nú er landsstýrismaður í innlendismálum.
Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, ætlar sjálvstýrisflokkurin ikki, at tey, sum hava ábyrgdina av málinum um Jógvan S, skulu sleppast so.
Jacob Vestergaard staðfestir, at Fiskimálaráðið metti, at loyvið til Jógvan S var ílagi. Men seinni kom so landsstýrismálanevndin til ta niðurstøðu, at tað var ikki lógligt at Jógvan S fekk loyvið.
Hann sigur, at sostatt kravdi politiska skipanin ígjøgnum Løgtingið- at loyvið varð tikið aftur.
Eg var greiður yvir, at hetta var ivingarsamt og at eitt endurgjaldskrav kundi væntast og at landsstýrið harafturat stóð veikt í einum slíkum endurgjaldskravi.
Jacob Vestergaard segði, at sjálvur mælti hann til, at málið varð roynt antin í rættinum ella hjá Løgtingsins Umboðsmanni, áðrenn, loyvið varð tikið frá Jógvan S.
- So høvdu vit fingið endaliga staðfest, hvat var  rætt og hvat var skeivt.
Hann sigur, at tað vann ikki frama, hóast løgfrøðingar vóru ósamdir við Landsstýrismálanevndina, eisini uttanhýsis løgfrøðingar.
- Nú vita vit so, at tað var ikki rætt at taka loyvið frá Jògvan S og nú er so bara ein spurningur um, hvussu stórt endurgjaldið verður.
Jacob Vestergaard sigur, at politiska skipanin vildi heldur betala seg burtur úr hesum heldur enn at Jógvan S varðveitti loyvið.
Hann ásannar eisini, at hann hevði neyvan skyldu at fylgja tilmælinum frá landsstýrismálanevndini og tað vóru løgfrøðingar eisini ósamdir um.
Men hann helt, at tað var rætt at fylgja landsstýrismálanevndini, tá ið Løgtingið, ígjøgnum nevndina- kemur til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt.
- Tað skal heldur ikki dyljast, at politiskt var tað eitt krav, serliga frá tjóðveldisflokkin, at loyvið varð tikið aftur. 
- Politiska skipanin staðfesti heilt greitt, at loyvið var ólógligt og at tað skuldi takast aftur.
Hann heldur kortini ikki, at talan var um eina politiska avgerð við tí endamáli at bjarga samgonguni og sessinum í landsstýrinum.
- Tað kann onkur kanska halda. Men tað er greitt, at varð loyvið ikki tikið aftur, fekk eg misálit og so sigldi Jógvan S framvegis, uttan at vit nakrantíð fingu at vita, hvat var rætt og ikki. Nú vita vit, hvat er rætt og so er endurgjaldið fyri tað ein spurningur, sum rætturin avgerð.
Hann metti eisini, at støðan hjá landssstýrsmálanevndini og atlitið at stýrisskipanina vigaði so tungt, at hann helt at tað var rættast at fylgja tí avgerðini.