Jacob Vestergaard er korruptur!
Tað er heldur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldið.
Í morgun samtykti Løgtingið nakrar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, men Tórbjørn Jacobsen heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er korruptur, tá ið hann leggur eitt uppskot sum hetta fyri Løgtingið.
Og nú vil hann hava landsstýrismálanevndina at taka málið upp og at kanna embætismannaførsluna hjá Jacobi Vestergaard í hesum máli.
Tað, sum Tórbjørn Jacobsen serliga hongir seg í, at, at nú hevur meirilutin í Løgtinginum samtykt at taka skottið upp á 110 tons burtur í skipabólki 4-T, sum eru trolbátar.
Higartil hevur tað verið ólógligt at flyta fiskiloyvi ímillum skip, sum eru størri enn 110 tons og minni enn í bólki 4-T.
Men nú er henda avmarking tikin burtur, so at tað nú verður frítt at flyta fiskiloyvi tvørtur um markið upp á 110 tons í bólki 4-T.
Ikki reint mjøl í posanum
Men Tórbjørn Jacobsen og fleiri onnur í Tjóðveldinum halda, at Jacob Vestergaard hevur ikki reint mjøl í posanum, tá ið hann vildi hava hesa avmarking burtur.
Hann sigur at orsøkin til, at hendan broyting nú er gjørd, er tann, at onkur reiðari hevur handlað við skipum sum ganga tvørtur um 110 tons markið.
Men higartil hevur tað ikki borið til at flyta fiskiloyvini ímillum, tí tað hevur verið ólógligt.
Loyvini kundu altso ikki leggjast saman, hóast handilin varð gjørdur.
Men Tórbjørn Jacobsen heldur, at tað er nógv, sum bendir á, at reiðarin hevur væntað, at fiskimálaráðið fór at broyta lógina fyri at kunna flyta fiskiloyvið ímillum og tí er Jacob Vestergaard komin í tingið við hesum broytingaruppskoti.
Tórbjørn Jacobsen heldur, at lógarsmíð eigur at vera alment og eigur sostatt ikki at snúgva seg um einstøk seráhugamál.
Hann ávaraði tí staðiliga ímóti at lóggeva beinleiðis eftir einum handli, sum longu er gjørdur.
Men Tórbjørn Jacobsen var ikki einsamallur, tí eisini floksfelagin, Bjørt Samuelsen, tekur undir við honum.
- Fatanin kann lættliga gerast hon, at landsstýrismaðurin er sendiboð fyri ávísar borgarar, sum vilja benda lógirnar til egnan fyrimun, sigur hon.
Klokkuklárt
Tórbjørn Jacobsen staðfesti tí, at hann vildi hava landsstýrismálanevndina at kanna embætisførsluna hjá Jacobi Vestergaard í hesum máli.
- Hetta er eitt púra klokkuklárt mál, staðfestir hann og tá ið landsstýrismaðurin tvíheldur um nakað annað, sigur hann beinleiðis ósatt av tingsins røðarapalli.
Hin møguleikin er, at hann hevur stórar trupulleikar av sínari umsiting, tí so hevur hon ikki greitt landsstýrismanninum frá, hvat málið snýr seg um, legði hann afturat.
Hann segði, at hann kendi hetta málið frammanundan, tí tá ið hann sjálvur var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fekk hann fyrispurning um at broyta lógina fyri at blástempla hendan sama handilin.
Og tað er hetta, sum nú er í ferð við at henda, sigur hann.
Bíða eftir brævi
Jaspur Vang, sum er formaður í Landsstýrismálanevndini, sigur at hann hevur skilt, at Tórbjørn Jacobsen skuldi skriva nevndini eina formliga klagu, har hann grundgevur fyri sínum sjónarmiði.
Tá ið skrivið er komið frá løgtingsmanninum, fer nevndin at taka støðu til um hon fer at taka málið upp ella ikki, sigur hann.
Les eisini greinina ”Onki høpi í skuldsetingunum” og greinina “Taka undir við Jacob Vestergaard”