Jacob Vestergaard skal gloyma alt um at selja

Tað gevur onga meining


- Jacob Vestergaard skal gloyma alt um at selja landsjørðina

Tað gjørdi Alfred Olsen, formaður Sambandsfloksins á tingi, púra greitt í morgun.

 

Løgtingið hevur aðalorðaskifti um at einskilja landsjørðina, men Alfred Olsen torbederar ætlanina, áðrenn hon er komin í eyga.

Tað verður av ongum, sigur Alfred Olsen. Og hann leggur afturat, at hetta væntar hann, at Sambandsflokkurin er samdur um.

 

Hann sigur, at Jacob Vestergaard skal heldur gera tað, løgtingið fleiri ferðir hevur biðið hann um at gera, og tað er at leggja eina ætlan fyri, hvussu landbúnaðurin kann skipast, so at vit fáa sum mest burtur úr, og, hvussu teir trupulleikar sum eru, kunnu loysast.

 

Eitt, hann hugsar um, er, at tað skal verða lættari hjá festarum at fáa fígging aftur úr búnaðargrunninum

- Festararnir hava longu rættin til jørðina. Teir kunnu keypa og selja festibrøv og teir skulu liva av tí, jørðin gevur og ikki av at verða meklarar sum keypa og selja jørð.

- Tað er eingin meining í at einskilja jørðuna. Einskiljing hevði kanska gagnað einum fýra, fimm stórum festarum, men tað hevði gjørt støðuna hjá øllum hinum, verri.

 

Í Danmark er øll jørðin privat, men har eru tað bankarnir, sum eiga jørðina og ikki bøndurnir, tí teir hava hana í veð fyri fígging og tí landbúnaðarurin kastar so lítið av sær, at bøndurnir hava illa ráð til at rinda rentur og avdráttir.

- Tað er betri at landið eigur jørðina, heldur enn at bankarnir fáa hana, sigur Alfred Olsen.