Jacob Vestergaard sigur nei

- Eg kann ikki hugsa mær, at taka undir við hesum.

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkinum, staðfestir, at hann fer ikki at taka undir við ætlanini hjá landsstýrinum at leggja kommunur saman.

Annars hevur hann ongantíð dult, at hann er heitur talsmaður fyri kommunusamanlegging.

Og nú atkvøður skulu teljast í eini roynd at fáa meiriluta fyri ætlanini, Helena Dam á Neystabø legði fram í farnu viku, hava nógvir politikarar væntað, at í hvussu so er tvær fólkafloksatkvøður eru í pottinum, nevniliga tann hjá Anniku Olsen og tann hjá Jacob Vestergaard.

Annika Olsen hevur boðað frá, at hon tekur undur við ætlanini.

Men Jacob Vestergaard ger greitt fyri Portalinum, at hann fer ikki at atkvøða fyri ætlanini, sum nú fyriliggur.

Hann sigur, at serliga er tað tann fíggjarligi parturin av ætlanini, hann ikki kann taka undir við.

Tað, sum serliga pínur hann, er, at ætlanin um eina kommunala útjavning er fullkomiliga slept.

Ein fíggjarlig skipan er í ætlanini, har kommunur fáa blokk og aðra afturbering úr landskassanum, men tað strekkir ikki til, heldur fólkafloksmaðurin av Økrum.

- Fíggjarliga skipanin, sum liggur í hesari ætlanini, javntsetir ikki kommunurnar í nóg stóran mun, nú tær skulu yvirtaka eldraøkið, sigur hann.

- Hetta hevur skeiklað alt tað fyrireikandi arbeiðið, sum er gjørt og tí skal ætlanin tillagast rættiliga fitt, áðrenn eg kann taka undir við henni.

Jacob Vestergaard tekur heldur ikki undir við, at eitt so stórt mál verður skundað ígjøgnum beint upp undir eitt løgtingsval.

Nýggj kommunustýrið taka ikki við fyrrenn um hálvtannað ár og tí hevur Løgtingið, sum verður valt á næsta løgtingsvalið, góðar stundir at skipa ein nýggjan kommunubygnað, sigur Jacob Vestergaard.

Og triðja atfinningin, hann hevur ímóti hesi ætlanini, er, at høvuðsstaðarkommunan verður gjørd enn størri, enn hon longu er, tí tað tekur hann ikki undir við.