Jacob Vestergaard setti Sjómannadagin

Kl. 10 í morgun varð boðið til stóra kaffiborðið. Eftir tað bjoðaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri vælkomin og gav orðið til Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum setti Føroya Sjómannadag, har hann m.a. vísti á tað megnar arbeiði, ið liggur aftan fyri henda merkisdag Føroya  Sjómannadagur. Hann takkaði fyrireikarunum, eins og hann    bað gott fyri øllum sjófólki.
 
Síðani kom , Alfred Olsen, formaðurin í løgtingsins vinnunevnd upp til steypahandan til bestu skip og bátar í Føroyum.
Jákup Mikkelsen, løgtingslimur handaði  heiðursmerki til vinnarnar av fiskikappingini á Kósabrúnni - ein teirra millum var abbasonur Hanus Hansen, reiðari, Hanus Jógvansson Hansen. Ja, fleiri teirra ungum, sum fingu heiðursmerki høvdu eftirnøvn, ið kendust aftur at vera í ætt við firkikløvur av sjónum.
 
Av tí at tað hevur verið nakað illfísið í morgun, hava øll tiltøkini verið inni í stóra teltinum, sum var stúgvandi fullt. Men væntað verður at veðrið verður betri seinnapertin, so tað sleppst útum
 
Tað er Klaksvíkar Býráð, sum bjoðar kaffi í ár, tí kommunan fyllir 105 ár í ár. Eisini vóru við til løtuna í morgum millum mongu vitjandi gestir frá Eysturríki og Ungarn, sum vóru komnir higar at síggja hetta fyri teir so serliga tiltak.
 
Annars er á skránni føroyameistarakapping í eplaflising, flottasta og mest vælsmakkandi heimabakaða køkan, besti sjómannskokkur, heiðran fyri Livar Nysted og mikið meira.

 

Síggið fleiri myndir í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER