Jacob Vestergaard í klemmu ímillum tvær lógir

Hóast fiskimenn og útróðrarmenn hava so lítla inntøku, at teir hava rætt til minstuløn, dagstudning, ella mánaðarligan minstaforvinning, skulu teir ikki vænta at fáa eitt oyra - fyribils í øllum førum. Øll útgjøld til inntøkutrygd eru nevniliga steðgað.

Orsøkin til tað er, at játtanin, sum er samtykt á fíggjarlógini í ár til inntøkutrygd, er uppi.

Og tá ið ongin peningur er til taks, hevur Jacob Vestergaard, landssýrismaður í fiskivinnumálum, rætt og slætt gjørt av at stegða øllum útgjøldum.

Annars hevur hann biðið eykajáttan til endamálið á eykajáttanarlógini, sum verður løgd fram í næstu viku

Og Jacob Vestergaard staðfesti, at í hesum sambandi at hann hevur biðið um meiri pening til inntøkutrygdina.

- Vit vóna at Løgtingið játtar peningin so at inntøkutrygdin kann halda fram, segði Jacob Vestergaard.

Hann vísti á, at hann var komin í klemmu í millum tvær lógir. Øðrumegin var tað lógin, sum gav fiski- og útróðrarmonnum rætt til inntøkutrygd og hinumegin var tað fíggjarlógin, sum Løgtingið hevur samtykt.

- Fyribils hava vit so gjørt av at bíða við at galda meiri út í inntøkutrygd til vit vónandi fáa játtan frá løgtinginum, segði hann.

Jacob Vestergaard stóð eisini fyri skotum frá samgongufeløgunum, sum førdi fram, at tað var longu tíðliga í ár, at tað gjørdust greitt, at peningur fór at mangla í og tí átti hann at havt biðið um eykajáttan fyrr.

Tá ið landsstýrismaðurin tók saman um, segði hann, at ongin ivi er um, at inntøkutrygdin verður utgoldin, hann fekk bara sagt akkurát nær.