Jacob Vestergaard kannast fyri lógarbrot

Hetta skal ikki spæla væl av, hóttir Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður

Breyt Jacob Vestergaard lógina, tá ið hann herfyri steðgaði øllum útgjaldi av minstuløn og aðrari inntøkutrygd til fiskimenn og útróðrarmenn?

Tað er ein spurningur, sum Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, nú vil hava kannaðan út í æsir.

Hann vil eisini kanna um Jacob Vestergaaard hevur víst nøktandi politiskt handalag ella um hann hevur rætt og slætt hevur sitið hendur í favn og onki gjørt við tí úrsliti, at fiskimenn og útróðrarmenn nú ikki fáa ta inntøkutrygd, sum teir hava lógarfest krav upp á at fáa.

Tí er hann nú í ferð við at skriva landsstýrismálanevndini eitt bræv, har hann heitir á nevndina um at siga sína hugsan um málið.


Ongir pengar eftir

Tað var fyri einum mánaði síðani, at Jacob Vestergaard steðgaði øllum útgjaldi av minstuløn og aðrari inntøkutrygd til fiskimenn og útróðrarmenn.

Orsøkin er, at játtanin á fíggjarlógini var uppi.

Hetta fekk hann dygg høgg fyri í Løgtinginum í gjár, har politikarar úr øllum ættum funnust at mátanum, landsstýrismaðurin hevur handfarið málið upp á.

Eisini Anfinn Kallsberg og aðrir partamenn hjá Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum, mettu, at hann átti ikki at havt steðgað útgjaldinum, hóast játtanin var uppi.

Men tað varð eisini upplýst, at avgerðin um at steðga útgjaldinum er grundað á løgfrøðiligt tilmæli, sum sigur, at peningur kann ikki gjaldast út, sum ikki er játtaður og hetta hevur landsstýrismaðurin hildið seg til.

Tí kundi væntast, at hann fór at verða frákoyrdur, brúkti hann pening, sum ikki var játtaður.

Men tinglimir úr øllum flokkum vístu á, at lógartryggjaða kravið frá fiski- og útróðrarmonnum eigur at verða tikið fram um.

Víst var til málið um Signar á Brúnni, sum var koyrdur frá sum landsstýrismaður, við vælsignilsi frá sínum egnu partafólkum í Tjóðveldinum, tí at hann hevði goldið sjónvarpsfólkum lønir, hóast játtanin var uppi.

Seinni kom ein kanning til ta niðurstøðu, at hann hevði borið seg rætt at.

Í løgtinginum varð eisini mælt til, at allir flokkar skuldu geva Jacob Vestergaard grønt ljós at gjalda út, uttan at tað skuldi fáa politiskar avleiðingar, tí so hevði hann í øllum sín rygg frían.

Men tað hendi so ikki – ikki formliga í hvussu so er.


Ikki spæla væl av

Tórbjørn Jacobsen var serliga fortørnaður um støðuna, sum hevur tikið seg upp og hann hótti beinleiðis við, at hetta skuldi ikki spæla væl av, sum hann orðaði seg.

Eitt er, at játtanin á fíggjarlógini til endamálið er uppi.

Eitt annað, sum fleiri tinglimir førdu fram, var, at Jacob Vestergaard hevur vitað tað líka síðani tíðliga í vár, at peningurin fór ikki at strekkja til.

Og fleiri tinglimir hildu, at tað sostatt var prógv um álvarsligt drál.

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum førdi fram, at ætlanin var at umleggja inntøkutrygdina fyri at gera hana bíligari, men tað fekst ikki undirtøka fyri tí í samgonguni.

Tí var tað ikki eydnast at fáa umbøn um eykajáttan til endamálið á eykajáttanarlógini, sum varð løgd fram í vár.

Og av tí sama hevur landsstýrismaðurin ikki biðið um eykajáttan til endmálið fyrrenn nú og hann heitti á fíggjarnevndina um at avgreiða málið skjótt.

Men tinglimir úr samgongu og andstøðu hildu, at hetta var ikki annað enn undanførsla.

Eitt nú førdi Bjørn Kalsø fram, at Jacob Vestergaard hevði beinanvegin fingið at vita, at hann fekk ikki undirtøku fyri ætlaðu sparingunum og tí kundi tað ikki brúkast sum undanførsla.

Og Tórbjørn Jacobsen sigur, at manglar peningur í, kann landsstýrismaðurin biðja um teir sjálvur og tí var óneyðugt at koma í hesa støðuna, at steðga útgjaldinum av teirri orsøk, at játtanin er uppi.

Tí vil hann eisini hava landsstýrismálanevndina at siga sína meining um hon heldur, at politiska handfaringin hjá landsstýrismanninum er nøktandi.

Les eisini greinina: Jacob Vestergaard má betala ella legga frá sær