Jacob Vestergaard fekk kalda móttøku

Politikarar í samgongu og andstøðu taka kaldliga ímóti ætlanini hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um at kanna møguleikarnar fyri at leggja øll skipini í eitt felags reiðarí í Suðuroy

- Soðið hjá Jacob Vestergaard er óluksáliga tunt.

Tað halda fleiri politikarar, bæði í samgonguni og í andstøðuni.

Serliga nógvar meiningar hevur hansara egna flokkur, Fólkaflokkurin.

Í hinari greinini her á síðuni reisir Bjarni Djurholm, tingmaður, iva um ætlanina hjá sínum egna lansstýrismanni og spyr, um talan er um atkvøðufiskarí.

Ein annar floksfelagi, Poul Michelsen, staðfesti, at sporini við Strandferðsluni ræða og hann vildi hava landsstýrismannin at veita trygd fyri, at onki verður gjørt í óðum verkum.

- Vit mugu hava eina vissa civilisatión í hesum. Argumentatiónin má vera trygg og hon má hava politiskt kjølfesti.

Ein triði floksfelagi, Heðin Zachariasen heldur, at hetta eigur at verða viðgjørt nærri.

Annars heldur hann, at Strandferðslan er eitt dømi um ein almennan stovn sum nú virkar betri enn hann kanska nakrantíð hevur gjørt, eftir at hann er fluttur út á bygd.

- Men tað skal viðgerast í samgonguni og grundgevingarnar skulu vera haldgóðar.


Flytast til Klaksvíkar

Fjórði fólkafloksmaðurin, Jákup Mikkelsen, vísti á, at í nógv ár hevur verið tosað um at leggja Vaktar- og Bjargingartænastuna í ein sjóvinnudepil í Klaksvík og tað kundi eisini verið ein loysn

Rodmund Nielsen úr Fólkaflokkinum, helt, at grundgevingin er tunn, men hann tekur undir við tankanum um at effektivisera.

Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum, heldur, at vit mugu ikki forsøma eina skilagóða samanlegging og eitt skilagott bygdarmenningartiltak, bara tí at tað passar embætisverkinum best og bara tí at topparnir helst vilja búgva í Havn.

Høgni Hoydal úr Tjóðveldinum, heldur, at tað er átaluvert at málið kemur fram uttan nakra viðgerð.

Og hann vissaði Løgtingið um, at Jacob Vestergaard ger álvara av ætlanini tá ið valið nærkast aftur, sama, hvat onnur í samgonguni siga.

Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldinum helt lítið um ætlanina hjá landsstýrismanninum um at nøkur skip nú skulu keypa “møtrikkar og skrúvubløð saman”, sum hann tók til.

Og hann kallaði hetta lokalpolitikk av ringasta slag

Ein annar tjóðveldismaður, Heini O. Heinesen, heldur, at hetta er heilt hol í høvdið, tí tað var ov langt hjá skipunum at sigla av Norðhavinum til Suðuroy. Annars vísti eisini hann til ætlanina um at flyta fiskivinnuumsitingina til Klaksvíkar.


Flytast í Eysturoy

Alfred Olsen staðfestir, at málið er ikki viðgjørt politiskt og hann helt, at vit hava ringar royndir av at samanleggja stovnar.

Annars heldur hann, at mest natúrliga staðið í Føroyum at flyta Vaktar- og Bjargingartænastuna, er inn í Eysturoy. Men hann kom ikki nærri inn á, hví hann helt tað.

Bill Justinussen og Karsten Hansen úr Miðflokkinum siga at royndirnar av samanleggingum hava verið ivasamar og Bill nevndi Kringvarpið og Vinnuháskúlin sum tvey eru ræðandi dømi. Kortini heldur hann at tað er skilagott at flyta alment virksemi runt í landinum, har tað er skilagott.

- Tað kann vera, at okkurt talar fyri, at tað er skilagott í hesum føri. Karsten Hansen sigur, at tað ber væl til at keypa í felag ber væl til, uttan at leggja stovnar saman

Einasta javnaðarfólk, ið tók orðið, var Katrin Dahl Jacobsen og hon helt, at soðið er øgiliga tunt, tí hetta snýr seg bara um at hvør dregur til sítt øki. ur

Les eisini greinina: Krevur greitt svar frá partamanninum