Høgni Hoydal, løgtingsmaður, og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nakrar ferðir staðið á tingsins røðarapalli og undrast á, hví fjølmiðlarnir, og serliga Kringvarpið, nú gera so lítið burtur úr, hvussu strilti tað gongur hjá Jacobi Vestergaard luta menningarkvotur út.
Og tí hevur hann beinleiðis spurt Jacob Vestergaard, hvussu stórur áhugin hjá fjølmiðlunum, serliga Kringvarpinum, er nú at upplýsa um málið.
Høgni Hoydal sigur, at í 2018 og 2019 var tað neyvan nakar í Føroyum, ið ikki hevði hoyrt um menningarkvotur og um umsóknir um menningsskvotur, og hvussu tað gekst at viðgera tær.
At tað dró út at avgreiða umsóknirnar, varð dúgliga viðgjørt í fjølmiðlum og Kringvarpi Føroya, og síðani hava fleiri viðmerkt alment, at hetta ávirkaði valúrslitið til løgtingsvalið 2019.
Tá var talan um, at avgreiðslan var seinkað nakrar mánaðir. Men nú er avgreiðslan seinkað meira enn eitt heilt ár, men kortini hevur lítið verið at hoyrt alment um hesar kvotur yvirhøvur.
Tí hevur Høgni Hoydal spurt landsstýrismannin, hvussu nógvar umsóknir hann hevur fingið um alment innlit í málið um menningarkvotur í 2018 og í 2019, táið hann var landsstýrismaður, og hvussu nógvar umsóknir eru komnar í fjør og í ár, ímeðan Jacob Vestergaard hevur verið landsstýrismaður.
Jacob Vestergaard sigur, at í 2018 og 2019 fekk Fiskimálaráðið 34 umsóknir um alment innlit í málið um menningarkvotur, og av teimum vóru 11 umsóknir frá Kringvarpinum.
Í 2020 og í 2021, hevur Fiskimálaráðið fingið fimm umsóknir um alment innlit í málið um menningarkvotur og tvær av teimum umsóknunum eru frá Kringvarpinum.