Jacob Vestergaard fær ov víðar heimildir

Um eina løtu skal løgtingið taka støðu til um málið um at stovna ein privatan trygdargunn at umsita minstulønina skal burturvísast. Umsitingin hjá løgtinginum vísir á, at eftir uppskotinum fær Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eina ávísa heimild til at áseta inngjaldið í grunnin.

Men eftir stýrisskipanini kann ongin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur verða álagdur, broyttur ella avtikin, uttan við løgtingslóg.

Tí er tað ikki í samsvari við stýrisskipanina, at Jacob Vestergaard fær eina ávísa heimild at gera kunngerðir, har hann ásetir, hvussu stóran part av avreiðingarvirðinum skal setast í grunnin, hvørja ferð eitt skip avreiðir.