Jacob Vestergaard er nýggjur formaður

Føroya Kommunufelag hevur fingið nýtt stýri og nýggjan formann

 

Stjórnarval


Føroya Kommunufelag hevur fingið nýggjan formann. Á fundi um vikuskiftið varð Jacob Vestergaard av Økrum valdur at taka við eftir Jógvan K. Mørkøre á Eiði, sum hevur verið formaður í Føroya Kommunufelag í ein mansaldur. Men á kommunuvalinum 21. noveber, hendi tað óvæntaða, at hann ikki varð afturvaldur. Og sostatt var nyðugt at velja nýtt stýri.

Fyrr var tað soleiðis, at limakommunurnar í hvørjum øki í landinum , valdu eitt umboð í Umboðsráðið í Føroya Kommunufelag.

Men eftir at tær stóru kommunurnar føldu seg settar til síðis við tað, at heilt smár kommunur sostatt høvdu líka stórt vald sum tær stóru, vórðu reglarnar broyttar, soleiðis, at kommunur yvir 1.000 fólk í einum øki valdu eitt umboð í umboðsráðið og at tær smærru kommunurnar valdu eitt umboð.

Eftir hesum eru t.d. tvey umboð í umboðsráðnum fyri Eysturoynna, nevniliga eitt umboð fyri kommunurnar við yvir 1.000 fólkum og eitt umboð fyri tær smærru kommunurnar.

Tað er umboðsráðið, sum velur stýrið, og aftaná skipar stýrið seg sjálvt.

Og á fundi í Havn um vikuskiftið, var ð so Føroya Kommunufelag skipað av nýggjum eftir kommunuvalið.

Átta fólk eru í stýrinum .Tey, sum vórðu vald eru Jacob Vetergaard av Økrum, sum umboðar limakommunurnar í Suðuroy, Eyðfinnur Stóra úr Skopum, umboðar Sandoynna og Jóannes Nielsen úr Sandavági, umboðar Vágar.

Streymoyggin eigur tvey umboð. Vestmanna, har yvir 1.000 fólk búgva, hevur valt Miu Petersen og tær smærru kommunurnar í streymoynni hava valt Asbjørn Djurhuus úr Tjørnuvík.

Tær størru kommunurnar í Eysturoynni hava valt Jan Danielsen av Nesi og tær smærru kommunurnar hava valt Poul Andreas Joensen, úr Lorvík. Og tann, sum umboðar Norðoyggjar, er Jógvan Edmund á Geilini úr Svinoy.

Eftir valið, skipaði stýrið seg við Jacob Vestergaard sum formanni og Jógvani Edmund á Geilini sum næstformanni.