Føroyski fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard, hevur í dag sent íslendska starvsbróður sínum, Sigurður Ingi Jóhannsson, eitt bræv Næraberg-málið.
Í brævinum viðgerð Jacob Vestergaard íslendska forboðið fyri, at Næraberg kann koma í íslendska havn, og vísir á, at tað ikki er í samsvar við handilssáttmálan landanna ímillum, Hoyvíkssáttmálan.
Serliga verður víst til §1 í sáttmálanum, ið staðfestir at tað ikki er lov at gera mun á fólkum vegna tjóðskap, og tí er tað skeivt, at mismunur verður gjørdur millum føroysk og íslendsk skip.
Í brævinum heitir hann eisini á íslendska starvsbróður sín um, at taka málið upp til nýggja viðgerð.