Hetta fekk fleiri at halda, at Jacob Vestergaard so spakuliga er farin at koyra seg í stilling sum formansvalevni. Hann dró longsta stráið á síðsta løgtingsvali, og tað kann hann saktans eisini klárað hesaferð. Hava vit fólkatingsvalið í huga, so vann Fólkaflokkurin kring landið, men tapti í Havn.
Tí hevur Jacob Vestergaard sera góðar møguleikar at gerast toppskorari – og verður hann tað, so hevur hann nógvar trumfar, tá formaðurin skal kjósast eftir løgtingsvalið, so Annika Olsen skal als ikki kenna seg so trygga.
Harafturat sigst, at J-bandin í Fólkaflokkinum (Jógvan, Jacob, Jørgen, Jákup) ikki undir nøkrum umstøðum stuðlar Anniku.