Jacob til Føroya

Jacob Andersen kemur aftur á ferð til Føroya í mai. Hvørt Guðrun Sólja Jacobsen og Jacob fara saman á pall siga søgur onki um, men hvør sær hava tey úr at gera. Tann 2. apríl er Guðrun í Parkini í Keypmannahavn

Jacob Andersen gjørdist endaligi vinnarin av kappingini Stjørna eitt Kvøld, tá stóru stjørnurnar kappaðust um hetta heiðurspláss.
                      Hann hevur vitjað í Føroyum áður, og nú liggur leiðin aftur til Føroya. Í mai fer hann á pall í Fuglafirði og á Tvøroyri.
                      Jacob hevur júst ferðast á konsertferð við kenda John Fogerty, har hann hevur verið upphitari. Ein uppliving og møguleiki, sum Jacob ikki var seinur at taka av.
                      Men nú er hann aftur á heimligari leiðum, spælir í Danmark, og um ein mánað ella so, stendur hási danin á føroyskari grund.
 
Guðrun í Parkini
Tá Jacob seinast vitjaði í Føroyum, var tað saman við Guðruni Sólju Jacobsen, sum eisini hevur úr at gera eftir stjørnukappingarnar, har hon eisini gjørdist vinnari.
                 Hóast søgur hava verið um hesa samansetingina enn einaferð, so sigur Guðrun seg onki vita um, at tey skulu saman á pall, men hon veit, at Jacob kemur til Føroya í mai.
                      Guðrun hevur eisini úr at gera. Tann 2. apríl verður hon í Parkini í Keypmannahavn í samband við eitt H.C. Andersen tiltak.
- Og har verður Jacob eisini við, sigur Guðrun.
2. páskadag fara Guðrun og Showmenn at spæla til stuðulstiltak hjá Havnar Hornorkestri og í næstum eru eisini allir festivalarnir í Danmark, millum annað nærkast SommerRock. Guðrun luttekur á fleiri av hesum.
                      Guðrun hevur ætlanir um fleiri framførslur við Showmonnum í Føroyum. Millum annað vil hon fegin spæla í Suðuroynni, og tað eydnaðist ikki í hesum umfarinum, sum tey nú hava verið saman á ferð.
Men konsertirnar við Guðruni og Showmonnum mugu bíða til seinni í summar, tí øll hava tey ymiskt á skránni í hesum døgum, so illa passar saman hjá teimum.
                      Men Jacob Andersen síggja og hoyra vit í mai, og eisini Guðruna Sólju hoyra vit av og á komandi mánaðirnar, fyrst 2. páskadag til stuðulstiltakið í Havn hjá Havnar Hornorkestri.