Fiskimálaráðharrin er als ikki samdur við virkandi løgmanni um, at altjóða kunningin um føroysku síðuna av málinum um handilsstongsulin er ov vánalig.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, við Portal.fo í dag.
- Eg veit ikki, hvaðani Annika Olsen hevur hatta frá. Landsstýrið hevur kunnað altjóða miðlar um málið alla tíðina, og bæði eg sjálvur og løgmaður hava tosað við jøvnum millumbilum tosað við altjóða miðlar um málið. Tí kemur tað óvart á meg, at Annika Olsen heldur, at vit ikki hava dugað nóg væl at lýsa okkara sjónarmið fyri umheiminum, sigur Jacob Vestergaard.
Í aðrari samrøðu her á Portal.fo sigur Annika Olsen, at hennara persónliga meining er, at landsstýrið hevur gjørt ov lítið við at greiða umheiminum frá føroysku støðuni í stríðnum við ES. Hinvegin heldur hon, at bæði Fiskimálaráðið, sum er undir leiðslu av partamanni hennara, Jacob Vestergaard, og Løgmansskrivstovan, hava gjørt eitt stórt arbeiði. Hesum er Jacob Vestergaard samdur við virkandi løgmanni í.
- Vit hava arbeitt av øllum alvi við hesum málinum, líka síðan vit tann 17. mai fingu ætlanarskriv frá ES. Tí er eingin ivi um, at vit hava gjørt tað, sum stendur í okkara makt fyri at venda støðuni rættan veg, sigur Jacob Vestergaard.
Men tá Annika Olsen heldur, at tit ikki hava kunnað nógv væl, er so ikki okkurt, sum tit kundu havt gjørt betur?
- Líkamikið, hvat tú fert í holt við, so er altíð okkurt, sum kundi verið gjørt betur. Soleiðis er ivaleyst eisini í hesum føri. Men at siga, at vit ikki hava kunnað altjóða miðlar, tað er ikki rætt, tí tað hava vit gjørt, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vísir á, at fyrisitingin er rættiliga lítil, tá so stór mál stinga seg upp, og tí verður raðfest, bæði upp og niður. Tí eri eg sannførdur um, at vit hava gjørt tað, sum tilber fyri at fáa rætta úrslitið, sigur Jacob Vestergaard.
Hann er eisini nokk so harmur um, at Løgmaður verður hartaður fyri at vera burturstaddur beint nú. Hann er staddur í Danmark, har hann er til fótbóltskapping, men fyri tað er hann í tøttum samstarvi við t.d. landsstýrismannin við fiskivinnumálum.
- Løgmaður og eg hava samskift alla tíðina um hetta málið, um telefon, sms og teldupost, eisini nú hann er í Danmark og meðan hann var á Bermuda. Tí er tað eisini burturvið at finnast at løgmanni fyri at vera burturstaddur nú. Tí hann er við í viðgerðini, sigur Jacob Vestergaard.