Jacob nøgdur við 40.000 tons

– Sildakvotan er bara galdandi fyri í ár, og broytir ikki okkara samráðingarstøðu, metir Jacob Vestergaard, sum hevur fingið lyfti um at ES-boykottið verður tikið av innan tríggjar til seks vikur

– Sildakvotan er bara galdandi fyri í ár, og broytir ikki okkara samráðingarstøðu, metir Jacob Vestergaard, sum hevur fingið lyfti um at ES-boykottið verður tikið av innan 3-6 vikur.

 

40.000 tons av norðhavssild svarar til 9,56 prosent av tí, sum fiskifrøðin metir vera ráðiligt at fiska burtur av sildastovninum í ár. Til samanberingar ásettu Føroyar sær eina eginkvotu á 17 prosent av norðhavssildini, tá Føroyar í fjør brutu seg burtur úr strandalandaavtaluni um norðhavssild.

 

Kortini er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum rímuliga væl nøgdur.

 

– Ja, eg havi roynt at vera pragmatiskur fyri at normalisera viðurskiftini aftur, og tey 40.000 tonsini er so ein semja, ið vit hava gjørt við ES, sigur Jacob Vestergaard.

 

Afturfyri munandi lægri sildakvotuna hevur Jacob Vestergaard fingið lovað, at ES-boykottið móti øllum føroyskum makreli og norðhavssild verður tikið av innan tríggjar til seks vikur.

 

Sambært landsstýrismanninum gevur semjan slætt borð millum Føroyar og ES. Tað merkir samstundis, at føroysku gerðarrættarmálini móti ES verða tikin aftur.

 

Gamla strandalandaavtalan gav Føroyum góð fimm prosent av norðhavssildini. Landsstýrismaðurin er ikki bangin fyri at borðið fangar til næstu strandalandasamráðingar, nú hann hevur góðtikið eina føroyska kvotu á 9,56 prosent.

 

– Nei, henda kvotan er bara galdandi fyri í ár, har vit hava valt eitt runt tal á 40.000 tons. Hendan kvotan hevur einki við nakrar strandalandasamráðingar at gera og fer ikki at ávirka okkara krøv til komandi strandalandasamráðingar, sigur Jacob Vestergaard.

 

Strandalandasamráðingar vera aftur í heyst, og tá hava Føroyar formansskapin.

 

Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard við at trýsta á pílin undir myndini.