Jón Harald Poulsen hevur røkt uppgávuna sum hjálparvenjari á undanfarnu Oyggjaleikunum, men hann bar seg undan hesaferð, tí hann hevur nógv at taka sær av í sambandi við Europa Cup luttøkuna hjá KÍ-kvinnum í august.
Avloysarin er sumbingurin Jacob Thomsen, sum býr í Havn og er royndur venjari í B36. Hann hevur vant alt frá ungdómsliðum til 1. deild, og seinastu tvey árini hevur hann verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá B36.
Jacob og kvinnurnar hjá B36 vunnu fyri góðari viku síðani steypafinaluna.