Fótbóltur
Ein av donsku leikarunum, sum hevur drúgvar royndir sum yrkisleikari er 31 ára gamli Jacob Laursen. Eftir fleiri ár í Onglandi vendi fyrrverandi landsliðsleikarin eitt skfti aftur til danskan fótbólt, men ambitónirnar um at halda fram í útlandinum vóru kortini ov sterkar.
Eftir at hava leikt í bæði týskum og eysturríkskum fótbólti síðani, er Jacob Laursen tó arbeiðsleysur í løtuni, og fyri at halda venjingina við líka, er hann í hesum døgum í Vejle.
Enn er tó ikki greitt, hvørt hann fer at teljast millum leikararnar her, og Steen Thychosen, venjari í Vejle, sigur eisini bart út, at teir ikki hava ráð til at hava hann sum yrkisleikara.
Ein roynd verður tó í løtuni gjørd at lata roynda verjuleikaran leika sum áhugaleikari, samstundis sum skal hava vanligt starv í Vejle, men enn er so ikki greitt, hvørt hetta verður fuglur ella fiskur.
- Tað er kanska ikki í verjuni, at vit størstu trupulleikarnar, men tað er einki at ivast í, at ein leikari sum Jacob Laursen kundi fingið ótrúliga stóran týdning fyri liðið, sigur Steen Thychosen um nýggja møguleikan, sum nú stendur felagnum í boði.










