Jacob Larsen í serflokki

Jacob Larsen spældi ein stóran dyst í málinum, tá Neistin megnaði at toga sigurin heim ímóti kollfirðingum í Atlantic Airways deildini.

Neistin-KÍF 30-27 (18-15)


Gongdin hjá Neistanum hevur verið sera góð í ár. Eftir fimm umfør lógu teir fremst í bestu mansdeildini, men síðsta vikuskiftið kiksaði, tá teir taptu inni á Skála.
Hjá KÍF hevur eisini gingið væl síðstu dystirnar. Teir hava fingið fimm av seinastu átta stigunum, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst á Hálsi mikukvøldið, har Neistin mátti vera bæði Áka Mørk og Roar Dalsgarð fyri uttan, meðan Rógvi Weyhe manglaði hjá KÍF.
 
Neistin var omaná
 
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á fyrstu løtuna. Leikferðin var høg, og tað sást týðiliga, at bæði liðini ætlaðu sær sigurin henda dagin. Neistin var tó oman á fyrstu løtuna, og eftir góðar 10 minuttir høvdu teir lagt seg fram um 9-6. KÍF var tó væl við, og fleiri ferðir vóru teir nær við at fanga Neistan aftur. Hetta eydnaðist tó ikki, og hálvleiksstøðan var 18-15 til Neistan.
Serliga ungi Birgir Poulsen vísti gott spæl í fyrra hálvleiki. Hann hevði fingið møguleikan á vinstra bakki henda dystin, og hann takkaði fyri álitið og skeyt heili seks mál í fyrra hálvleiki.
 
Jacob tók broddin av KÍF
 
Gongdin var aftur jøvn fyrstu løtuna av øðrum hálvleiki. Liðini skiftust um at skjóta mál, og í onkrum førum var KÍF tætt við at fanga Neistan aftur. Neistin megnaði tó hvørja ferð at fara frá kollfirðingunum aftur, og nú byrjaðu danski málverjin hjá Neistanum, Jacob Larsen, at vísa sínar dygdir.
Ferð aftaná ferð bjargaði hann opnum møguleikum frá kollfirðingum, og tá KÍF ikki megnaði at skora, so tók Neistin av møguleikanum í hinum endanum. Tá 15 minuttir vóru farnir høvdu teir økt upp í 26-20, men nú raknaðu kollfirðingarnir tó við. Tá fimm minuttir vóru eftir høvdu teir minka niður í 28-25, og í hesi løtuni misnýttu teir ein opnan møguleika og brendu eitt brotskast, og so var í roynd og veru avgjørt.
Endaliga støðan gjørdist 30-27 til Neistan í einum spennandi og intensum dysti, har Neistin førdi at kalla allan vegin. Stóri leikarin var tó Jacob Larsen, sum veruliga tók broddin av KÍF liðnum. Við sigrinum heldur Neistin fast um góðu støðuna í oddinum.
 
Fakta
 
Neistin-KÍF 30-27 (18-15)
 
Brotskøst: Neistin 5, KÍF 6
Útvísingar: Neistin 7, KÍF 4
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3x2 min), KÍF 2 (1 beinleiðis, 1 3x2 min)
Málskjúttar:
Neistin: Birgir Poulsen 8, Tróndur Kragesten 8 (2), Blagoje Buha 6 (1), Dann Thorleifsson 5, Carl Herup Olsen 2, Jóhan Brekkstein 1
KÍF: Damir Oros 7, Arnbjørn Hansen 5, Daniel Rapa 5 (1), Karl Johan Djurhuus 4, Gert Hansen 3, Petur M. Poulsen 2, Teitur Joensen 1