Jacob kennir seg fríkendan

– Ein fríkenning, men kortini ein skøva í lakkið, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin

Hóast kanningarstjórin mælir til, at Løgtingið gevur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni, eina átalu fyri brot á § 5, stk. 1 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna fyri tilvitað at hava drálað við at viðgera umsóknir víðvíkjandi útlutan av kvotu ettir § 49, stk. 1 í sjófeingislógini í 2020, kennir fyrrverandi landsstýrismaðurin seg reinsaðan.

Tað sigur hann í samrøðu við Dimmalætting.

##med2##

 

– Men tað var í tráð við viljan hjá Løgtinginum, sum samtykti lógarbroytingarnar, sigur Jacob Vestergaard við Dimmalætting. 

Hann heldur, at bland kemur eitt sindur í leiklutin hjá landsstýrismanninum sum fyrisitingarligur leiðari og partur av politisku skipanini.

– So ein fríkenning, men kortini ein skøva í lakkið, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin við Dimmalætting.

 

##med3##

 

Kanningarstjórin Ken Nónklett, advokatur Myndir: Álvur Haraldsen

Dennis Holm, fiskimálaráðharri, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri Mynd: Álvur Haraldsen