Hóast tað eru nógv ár síðani Jacob Jónsson, hondbóltsvenjari, hevur trúð uppá, at fríggjadagur og trettandi skuldu vera óeydnisdagur, men hann hevur onkur onnur ting at trúgva uppá.
Hann hevur nevniliga alla sína tíð spælt í tveimum pørum av hosum. Einum stuttum og einum langum.
- Tað er skít býtt, men soleiðis er tað bara. Snedugt at blíva spurdur um, sigur Jacob Jónsson, og váttar, at hosurnar eru pátrúgv.
- Eg royndi tað einaferð, og síðani hevur spælið bara rigga. Og so nyttar tað ikki at gevast við tí, sigur Jacob. Hann leggur afturat, at hann ger tað sama við skónum.
- Eg keypi skógvar, sum eru eitt nummar minni, enn tað eg passi, og so mugu teir bara finna útav at passa til mín. Eg havi eitt handklæði. Tað er í steypakappingini, at eg bara brúki eitt Coca Cola handklæði, og eg royni altíð at nýta tað elsta fyrst, sigur venjarin hjá steypavinnarunum úr Neistanum.