Jacob hevur fingið nýtt starv

Jacob Vestergaard er vorðin sýslumaður í Eysturoyar sýslu, skrivar Vágaportalurin. Hann tók við starvinum 1. mai.

- Eg bleiv herfyri spurdur, um eg kundi átaka mær hesa uppgávuna fyribils og tað havi eg játtað, sigur hann við in.fo.

 

Jacob Vestergaard greiðir frá, at Steinbjørn Jacobsen var sýslumaður í oynni, men fór fyri tíð síðani frá fyri aldur. Sìðani hevur Finnbogi Midjord røkt starvið í Eysturoynni umframt at vera sýslumaður í Suðurstreymi.

- Tað hevur tó verið ein nakað stór arbeiðsbyrða hjá honum, og tí heittu teir á meg at taka á meg arbeiðið har inni, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

 

Jacob Vestergaard fer tó ikki at flyta inn í Eysturoynna.

- Starvið krevur ikki, at eg búgvi í Eysturoynni, men eg fari tó at vera í Runavík onkran dag í vikuni, sigur hann.

 

Løgtingslimir kunnu hava eitt hálvtíðar alment starv við síðunar av løgtingssessinum.