Jacob Haugaard sum høvundur

Hann hevur tó ikki undanvind millum ummælarar, nú hann gevur bók út.

Kendi danski tónleikarin og undirhaldarin, - og hálvi føroyingurin, Jacob Haugaard roynir seg nú sum høvund. Hann hevur skrivað bók, eina skaldsøgu, ið kallast Tim & Tom.

 

Maðurin, sum á sinni sum politikari lovaði undanvind á súkklugøtunum, hevur tó ikki undanvind sum høvundur. Danskir ummælarar standa ikki í røð fyri at rósa bókini. Heldur hinvegin. Ummælari á Jyllands-Posten sigur til dømis:  Jacob Haugaard har skrevet en bog. Det burde han ikke have gjørt.

 

Ummælarin gevur bókini onga stjørnu. Vanaliga metir blaðið bøkur við stjørnum frá 1 til 6.

 

Haugaard sjálvur hevur víst aftur tíðindum um, at talan er um aprílskemt, men sigur við TV2, at hetta at skriva hesa bókina hinvegin er ein dreingjadreymur, og sjálvur er hann væl nøgdur við úrslitið.