Saltsiloin á Drelnesi er beinleiðis orsøk til, at Jacob Haugaard varð føddur.
Tað segði hann í morgunsendingini á Rás2 í morgun.
Í hesum døgum vitjar hann í Føroyum saman við bróðrinum, Jan.
– Pápi okkara kom til Føroya sum timburmaður at arbeiða upp á Saltsiloina á Drelnesi, sum varð bumbað undir krígnum. Her møtti hann mammu míni. Tey fóru niður aftur til Danmarkar og fingu Jan, greiddi Jacob Haugaard frá.
Men mammuni longdist aftur til Tvøroyarar, og so var tað, at Sjúkrahúsið skuldi byggjast, og tá var aftur ein kjansur hjá pápanum at fáa arbeiði – og soleiðis var Jacob Haugaard føddur og Tvøroyri, har hann eisini búði tey fyrstu árini.
– Har lærdi eg at tosa føroyskt, sum er mítt fyrsta mál, sigur Jacob Haugaard á føroyskum. Hann sigur, at hann skilir væl føroyskt – men betur, um fólk ikki tosa ov títt.
Eldri bróðir Jacob, Jan, starvast í Danmarks Radio sum produsari.
Mamma Jacob og Jan, Katrina – ið framvegis býr í Danmark og er 92 ára gomul – er dóttir havnarfútan á Tvøroyri, Dánjal Jacob Petersen. Pápin æt Åge Haugaard, og var úr Risskov.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jacob og Jan Haugaard á Rás2 í morgun.









