Jacob funnið seg til rættis

Vinstrumegin Bjarna Djurholm hoyrist ikki longur vágamál. Dialektin er nú so suðuroysk sum tilber

Mikudagin var Jacob Vestergaard fyri fyrstu ferð í tinginum sum landsstýrismaður. Hann fær gamla plássið hjá Jørgen Niclasen á fremstu røð millum løgmann og Bjarna Djurholm.
Mikudagin var eisini móttøka fyri nýggja landsstýrismanninum í Tinganesi. Nógv fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið og heilsa upp á nýggja landsstýrismannin.