Jacob drálar við sildakvotuni

Tað verður ikki fyrr enn síðst í vikuni ella fyrst í næstu viku, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at áseta føroysku sildakvotuna fyri í ár

Tað verður ikki fyrr enn síðst í vikuni ella fyrst í næstu viku, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at áseta føroysku sildakvotuna fyri í ár. Upprunaliga ætlaði Jacob Vestergaard at áseta føroysku sildakvotuna í gjár. Men tað bleiv av ongum, og nakrir dagar ganga afturat, áðrenn kvotan verður ásett.

 

- Tað verður seinni í vikuni ella fyrst í næstu viku, sigur Jacob Vestergaard, sum grundgevur seinkanina við ymiskum praktiskum viðurskiftum í Fiskimálaráðnum.

 

Í fjør ásettu Føroyar sær sína egnu kvotu eftir norðhavssild, ið var 17 prosent av ICES-tilráðingini um mest loyvdu veiðu. Tað gav føroyskum skipum rætt til at fiska 105.000 tons av norðhavssild í fjør. Til samanberingar áttu Føroyar umleið fimm prosent av kvotuni, sambært gomlu strandalandaavtaluni.

 

Í mars undirskrivaðu Norra, ES og Føroyar avtalu um at býta makrelin, og eisini fiska part av kvotunum inni hjá hvørjum øðrum. Makrelavtalan gevur Føroyum 12,6 prosent av heildarkvotuni, og í kjalarvørrinum vóru vónirnar um eina sildaavtalu rímuliga góðar. Tónin millum londini er blíðkaður, og eisini varð tosað um at taka av handilsboykottið, ið ES setti í gildi móti Føroyum í august í fjør.

 

Men so skjótt gongur ikki, og tí áseta Føroyar sær aftur í ár sína egnu kvotu av norðhavssild. Jacob Vestergaard vil enn ikki siga, um føroyska eginkvotan verður lutfalsliga líka stór í ár sum í fjør.

 

Meðan ICES í fjør metti tað vera ráðiligt at fiska 619.000 tons av norðhavssild, so er tilmælið í ár heili 32 prosent lægri. ICES mælir til eina heildarkvotu á 418.000 tons í ár.

 

Um so er at Føroyar áseta sær lutfalsliga somu kvotu í ár sum í fjør, so gevur tað føroyskum skipum 71.000 tons at fiska í ár.

 

Løgtingið kemur ætlandi saman 27. mai fyri at áseta tilfeingisgjaldið, ið væntandi verður 50 oyru fyri hvørt kilo av norðhavssild og eina krónu fyri hvørt kilo av makreli.