Kunngerðin, ið býtir føroysku eginkvotuna av makreli og svartkjafti, verður soleiðis sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum upprunaliga ætlaði.
Tað váttar Jacob Vestergaard fyri Rás2.
- Jú, soleiðis verður kunngerðin, og soleiðis verður býtt millum skipabólkarnar, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Kunngerðin var á landsstýrisborði mánadagin, og er endaliga avgreidd. Kunngerðin verður lýst samstundis sum lóggávan, ið skipar fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í summar og ásetir gjøld í samband við fiskiskapin.
Lógin og kunngerðin verða væntandi lýst í morgin.
Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í fiskivinnumálum niðast í hesi grein.
FAKTA - Soleiðis býtir landsstýrismaðurin:
Nótaskip (eginkvotur býttar til skipini)
73.700 tons av makreli (íroknað 6000 tons, flutt frá í fjør)
60.000 tons av norðhavssild
Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg 55 mió. kr í landskassan
Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg 21 mió. kr í landskassan
Avreiðingargjald (sild & makrel) 2,00 kr/kg landskassin væntar 0 krónur
Ídnaðarskip (felagskvota við hámarki)
20.000 tons av makreli
13.000 tons av norðhavssild
Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg 15 mió. kr í landskassan
Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg 5 mió. kr í landskassan
Avreiðingargjald (sild & makrel) 2,00 kr/kg landskassin væntar 0 krónur
Trolarar í heimaflotanum (felagskvota við hámarki)
23.000 tons av makreli
13.500 tons av norðhavssild
Einki veiðigjald, hvørki á makrel ella sild
Avreiðingargjald (sild & makrel) 1,00 kr/kg - landskassin væntar 3,6 mió kr
Flakatrolarar, rækjuskip, skip við rættindum í altj. sjógvi (felagskvota við hámarki)
16.500 tons av makreli
12.500 tons av norðhavssild
Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg 12,4 mió. kr í landskassan
Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg 4,4 mió. kr í landskassan
Avreiðingargjald (sild & makrel) 2,00 kr/kg landskassin væntar 0 krónur
Línuskip, útróðrarbátar, garnaskip og skeljabátar (felagskvota við hámarki)
2000 tons av makreli
1180 tons av norðhavssild
Einki veiðigjald, hvørki á makrel ella sild
Avreiðingargjald (sild & makrel) 1,00 kr/kg - landskassin væntar 0,3 mió kr
Vísindaligar og vinnuligar royndir
8500 tons av makreli
1000 tons av norðhavssild
Tilsamans 143.795 tons av makreli og 103.180 tons av norðhavssild.
Veiðigjald tilsamans: 112,6 mió. kr
Avreiðingargjald tilsamans: 4 mió. kr