Hóast hon var ein tann mest seljandi poppfløgan nakrantíð, so var hon tætt við at verða burturkoyrd, tí Poppkongurin dámdi einki fløguna.. Í ókendum videoupptøkum, sum News of the World hevur fingið hendur á, sigur Poppkongurin, at honum einki dámdi fløguna Thriller. Samrøðuna gav hann einum blaðmanni, ið skuldi skriva hansara ævisøgu. Michael Jackson sigur millum annað, at hann græt fyrstu ferð, hann hoyrdi Thriller.
-Tað ljóðaði so illa. Tað var nakað lort. Eg fekk tár í eyguni og byrjaði at gráta. Eg segði, ring til plátufelagið, eg útgevi ikki hatta. So fór eg út úr rúminum og rann avstað.
Hann fór úr upptøkuhølunum í Los Angeles, og koyrdi runt við sínari súkklu. Síðani fann hann ein skúlagarð, har hann gav sær stundir at spæla við børnunum. Tað gav eftir øllum at døma Poppkonginum mótið aftur.
-Eg sá bara, at tey spældu. Og tá eg kom aftur í upptøkuhølið, var eg til reiðar at taka heimin við stormi. Eg fór beint inn í upptøkuhølið, og broytti nakrar ljóðblandingar, inntil eg var nøgdur við fløguna.
Jackson var í upptøkuhølunum í eina viku, og Thriller var útgivin eins og ætlað í 1982. Tann víðagitna fløgan seldi meira enn 70 milliónir eintøk kring heimin, og gjørdi Michael Jackson til eina popplegendu.