Jackmann osaði av orku

Nakað yvir kl. 19.00 fór Jackman á pallin. Teir tríggir í Stavanger-bólkinum osaðu av orku, men teir fingu ikki rættiliga fólkið við sær á ta 45 min. longu tónleikaferðina.
Frontmaðurin, Pål Jackman, gav alt hann átti á lítla pallinum við Spæliplássi í Syðrugøtu. Bókstaviliga traðkaði hann eisini yvir pallkantin og stóð millum áhoyrararnar á tí grøna graslíkinum, meðan hann slegði á gittaran. Men tónleikaliga upplivilsið og úttrykkið av pallinum var ikki nakað framúrskarandi og ikki serliga sannførandi. Hóast vóru nakrar góðar løtur. Tónleikurin av pallinum hesa løtuna var torførur at seta í bás  har var norðurlendskur fólkatónleikur og sigoynaratónleikur, standard rock og eisini eitt slag av balkan rock.
Pål Jackman er annars góður vinur av Kaizers Orchestra, sum um nakrar tímar standa á stóra pallin á sandinum seinni í kvøld. Fólk eru nú so smátt byrjaði at koma oman í Syðrugøtu har gongd av álvara er komin tónleikin.