Jacklin og Filip eru málkongar

Á gallaveitsluni í kvøld verða bestu málskjúttarnir hjá kvinnum og monnum heiðraðir

 

 

Meðan tað enn er loyniligt, hvør fær heiðurin sum ársins hetta og hatta, so er eingin loyna, hvørjir bestu málskjúttarnir eru.

 

Ásbjørn Nielsson Nattestad hevur alt árið havt dagførdan máltind á Facebook-bólkinum hjá føroyskum hondbóltsfjepparum, og hesin vísir, at tað eru Jacklin Durhuus og Filip Jojic, ið hava skotið flest mál hjá ávíkavist kvinnum og monnum.

 

Hetta hevur tó ikki verið uttan kapping. Bæði Simona Petersen og Rebekka Justinussen hava givið Jacklin harða kapping á máltindinum, og hjá monnum er lítil munur millum Filip Jojic og Nicklas Selvig.

 

Bestu málskjúttarnir eru hesir:

Kvinnur

Jacklin Durhuus (Neistin), 144 mál (23 brotskøst)

Simona Petersen (Kyndil), 141 (34)

Rebekka Justinussen (StÍF), 138 (39)

 

Menn

Filip Jojic (VÍF), 176 (10)

Nicklas Selvig (KÍF),  174 (32)

Bodan Florea (H71), 149 (44)