Jacklin: Einki er avgjørt enn

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hóast fjórða sigurin á rað ímóti Kyndli tekur Jacklin Durhuus einki fyri givið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við veteranin hjá Neistanum, Jacklin Durhuus, aftaná Jacklin og liðfelagarnir høvdu vunnið 17-14 (11-7) á Kyndli í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini.

 

Jacklin fegnast um trýmáls leiðsluna tær hava til seinnu hálvfinaluna leygarkvøldið, men hon slær fast, at ímóti Kyndli kann alt henda, og tí tekur hon einki fyri givið.

 

Hon staðfestir, at dystirnir ímóti Kyndli hava verið heldur málfátækir og kanska ikki altíð so ræðuliga áhugaverdir at hyggja eftir hjá áskoðarunum. Nú er Jacklin spent uppá hvat kyndilskvinnur fara at diska upp við til seinnu hálvfinaluna, sum verður leikt komandi leygarkvøld klokkan 18.