Jack Thomsen á skipsdekki í 40 ár

Í dag eru liðin 40 ár, síðan Jack Thomsen fyrstu ferð fór til skips við saltfiskalínuskipinum Borðoyarnesi, og framvegis er hann virkin sjómaður.

- Ja, í dag er tað 40 ár, síðan eg fór til skips við Borðoyarnesi. 40 ár er ikki 40 dagar.

 

Soleiðis skrivar nólsoyingurin, Jack Thomsen, á sínari Facebook-síðu í dag. Henda dagin fyri 40 árum síðan var hann bert 14 ára gamal, og ungi maðurin var nógvar fylgjandi saltfiskatúrar við Borðoyarnesi - uttan at vera ein einasta túr í landi í fleiri ár.

 

Tað var ikki bara sum at siga tað at vera langfaratúrar við saltfiskalínuskipi, men sigast má, at hetta tímdi tá ungi nólsoyingurin betri enn mangur annar. 

 

Mamma Jack Thomsen - Disa Christiansen - ber í dag eisini yngra soni sínum eina heilsu á sínari Facebook-síðu, og her lýsir hon støðuna sum mamma at so ungum sjómanni fyri 40 árum síðan.

 

- Jack hevði leingi júkað um at sleppa til skips, tó uttan úrslit. Men, abbin á Skála gav honum viðhald og segði: "Eingin eigur ungum alva bragdarhugin forða" - og so var eg avvápnað, sum mamman tekur til.

 

- Abbin ringdi til skyldmannin, Palla í Grótinum, og so var tað avgjørt. Morgunin eftir, at teir vóru farnir avstað, var himmalsins ódnarveður.

 

Disa Christiansen sigur, at tað var ein bangin mamma, sum ringdi umborð. Men, har var eingin sjóverkur. Jack hevði kókað havragreyt.

 

- Fyrsta brævið var ikki langt, men har stóð: "Rigga meg til næsta túr". Jack fylti 15 ár tann dagin, hann kom aftur av fyrsta túri.

 

Og mamman endar við hesum føgru orðum til sonin eftir øll hesi mongu ár á sjónum.

 

- Hjartaliga tillukku, allarbesti Jack! Tú hevur av sonnum bygt land og hevur verið ein sera góður sonur, er nemandi heilsan frá mammuni á 40 ára degnum hjá Jack Thomsen sum sjómaður.