Í gjár boðaði Jóansøkufestivalurin frá, at Jack Petersen verður á skránni hjá festivalinum. Men eisini í Havn verður møguleiki, at hoyra mergjaða søgusigaran siga frá.
Á Jóansøkufestivalinum fer Jack sambært festivalinum at lesa yrkingar. Men á Ólavsøkukonsertini verður Jack at hoyra í tí líki, ið hann er best kendur og dámdur. Hann fer at siga frá m.a. um, tá hann við innvølunum hangandi 10-15 sentimetrum úti basti einum ørum vápnaðum dana, og síðani spurtaði 200 metrar yvir á næstu løgreglustøð, legði seg á gongubreytina og segði mergjaðu orðini: Jack er blóðdonor, hann brúkar null rhesus negativ, koyr í!
Hesi orð, ið nú prýða t-troyggjur, eftir at nym.fo hevur lagt út samrøðu við Jack Petersen, ið var send á Rás 2 fyri tveimum árum síðan, og Jack Petersen er vorðin eitt satt idol millum føroyingar.
Nú halda ivaleyst onkur, at Ólavsøkukonsertin er farin at herma eftir Jóansøkufestivalinum, men Ólavsøkukonsertin boðaði frá luttøkuni hjá Jack Petersen longu leygardagin á kjaksíðuni kjak.fo. Tað kann staðfestast, at Jack Petersen við hesum báðum framførslunum, fer á festivaltourne og tað er ikki hvøjum manni beskorið.