Jack Højgaard er heilt serligur

Í dag klokkan 14 verða 79 ára gamli, Jack Højgaard, og hinir Rynkeby-súkklararnir við Undirhúsið á Toftum.

Tá Norrøna loysir seint í nátt við kós móti Hirtshals, verða Rynkeby-súkklararnir við á ferðini.

 

Hin elsti av súkklarunum er 79 ára gamli, Jack Højgaard, sum í nógv ár átti og rak línubátin Volunteer við stórum hegni, ágrýtni og dugnaskapi.

 

Á Facebook-síðuni hjá Tórði Mikkelsen skrivar kendi útvarpsmaðurin fyri løtu síðan, at hetta er ein spennandi dagur hjá Jack Højgaard, nú hesin 79 ára gamli fer saman við hinum Rynkeby-súkklarunum við kós móti París.

 

- Í dag klokkan 14 verða Jack Højgaard og hinir súkklararnir við Undirhúsið á Toftum, har Undirhúsið skipar fyri einari løtu, áðrenn súkklararnir halda leiðina fram til Havnar og síðan umborð á Norrønu.

 

Tórður Mikkelsen leggur aftrat, at øll, sum kenna Jack Højgaard, vita, at hann er heilt serligur.

 

- Eg havi altíð kent Jack, tí hansara barnaheim er beint norðan fyri mítt barnaheim mitt á Toftum.

 

Tað sigur kendi útvarpsmaðurin, sum leggur aftrat, at viðheftu mynd tók systirin eitt vakurt sunnukvøld herfyri, tá tey møttu Jack Højgaard úti við myllurnar á Eystnesi.

 

- Tann dagin hevði hann súkklað 72 kilometrar, leggur Tórður Mikkelsen aftrat.