Ja til samband, samanhald og styrki

Fyri fólk, sum vilja Skotlandi væl og ynskja framgongd fyri landið, er valúrslitið góð tíðindi, sigur Edmund Joensen.

- Í Skotlandi hava 55,3 prosent av íbúgvunum á fólkaatkvøðu sagt ja til samband, samanhald og styrki í Sameinda Kongaríkinum. Edmund Joensen fegnast um úrslitið av skotsku fólkaatkvøðuni og sigur at tað eigur ikki at undra nakran, at skotar ynskja sær sama stýrislag sum føroyingar hava í ríkisfelagsskainum.

- Fyri fólk, sum vilja Skotlandi væl og ynskja framgongd fyri landið, er valúrslitið góð tíðindi. Tað vil altíð vera ein fyrimunur at vera partur av einum størri ríki og einari sterkari eind, sigur hann í lesarabrævi, við klárari adressu til føroyska tjóðskaparveingin.

 

Edmund Joensen peikar á, at væntandi fer úrslitið av valinum at vera, at londini í Sameinda Kongaríkinum fara at fáa størri sjálvræði og heimildir innan verandi karmar, tað vil siga, ein skipan meiri lík henni, vit hava í Ríkisfelagsskapinum.

 

Edmund Joensen kemur eisini við eini ávaring til føroysku loysingarrørsluna. Eftir hansara tykki vil ein tílíkur tvídráttur, sum tann, vit hava sæð í Skotlandi í sambandi við hesa fólkaatkvøðuna, sjálvandi spjaða tjóðina.

 

- Fólk hava staðið úti á gøtum og strætum við sínum ósemjum, og í miðlum hava vit eisini sæð beiskleika og fíggindaskap. Tað er óhepna avleiðingin av, at nationalistarnir hava sett dagsskránna í Skotlandi seinnu árini.

 

Edmund Joensen ávarar tí ímóti teimum, sum tosa um nýggja grundlóg og fólkaatkvøðu her í Føroyum, og sigur, at vit mugu ansa okkum móti, at skapa ov nógv stríð innanhýsis.