Ja til royndarfiskiskap eftir hvítingsbróður

Tað er at fegnast um, at Jacob Vestergaard, landstýrsimaðurin í fiskivinnu, á tingfundinum 25. februar 09, segði seg vera samdan við undirritaðu um, at tað kundi verið skilagott at givið einum ídnaðarbáti royndarloyvi til at fiska hvítingsbróður við tí fyri eyga at kanna, um hesin fiskiskapur kann fremjast burðardygt

Søgan aftan fyri steðgin av hvítingsbróður er tann, at miðskeiðis í nítiárunum varð politisk avgerð tikin um at støðga veiðu av hvítingsbróður. Orsøkin til, at fiskiskapurin eftir hvítingsbróður bleiv støðgaður, varð søgd at vera ov stór hjáveiða av hýsuyngli. Tá avgerðin varð tikin um at støðga fiskiskapi eftir hvítingsbróður, vóru ídnaðarskipini farin at royna við rist í trolinum við tí fyri eyga at minka um hjáveiðuna av øðrum fiskasløgum. Hetta bar ikki á mál tá, í staðin fingu ídnaðartrolararnir upphøggingarstuðul, og so endaði tann søgan, hóast serkunnleikin, fiskifrøðingar á Fiskiransóknarstovuni, mælti til, at fiskast kundu eini 30.000 tons av hesum fiskaslagi.

Nú eru nógv ár liðin, og spurningurin er áhugaverdur og týdningarmikil, um tað ikki átti at verið loyvt royndarfiskiskapi við rist fyri at staðfesta, um tað ber til at fiska hvítingsbróður skilagott og burðardygt.

Talan er um eitt tilfeingi, sum ikki verður troytt, og sostatt ikki kemur føroyska samfelagnum til góða. Um royndirnar verða positivar, hevði hetta verið eitt ríkt tilfeingi at fingið upp á land í Føroyum og eitt gott búskaparligt íkast til samfelagið.

Vit eru mong, ið fegnast um at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður heldur at hetta er skilagott, og vit gleða okkum at síggja, um úrslitið verður burðardygt.