Ja til lønarlækking

Tey flestu starvsfólkini hjá skandinaviska flogfelagnum SAS eru til reiðar at fara seks prosent niður í løn Tað er úrslitið av einari atkvøðugreiðslu millum tey starvsfólkini, sum eru limir í fakfelagnum HK Luftfart.

Tey fingu trinnar kostir í at velja. Vildu tey góðtaka at fara seks prosent niður í løn, ella vildu tey heldur hava seks prosent minni arbeiðstíð, ella at seks prosent av starvsfólkunum blivu uppsøgd.

Tá liðugt var at telja svarini, vísti tað seg, at 75 prosent valdu at fara niður í løn, men tó bara í seks mánaðir. Tað svarið hevur leiðslan í SAS nú fingið, sigur DR.