Ja til fríhandil, loftrúm og altjóða limaskapir men nei til heimildarlóg!

Á Fólkatingi vil eg virka óheft av donskum flokkum, men vil nýta sessin at tryggja føroysk viðurskifti. Eg ætli at føra ein virknan politikk. Har politikkarar eru, verður politikkur framdur. Eg vil fremja politikk til frama fyri føroyskum áhugamálum.

 

Eitt føroyskt fólkatingsumboð skal arbeiða fyri Føroya fólk. Eitt fólkatingsumboð eigur at skapa praktiskt samstarv um praktisk mál; tá kann nógv røkkast.

 

Hugsjónarligir spurningar um høgra/vinstra og sjálvstýri/samband eiga at verða tiknir í Løgtinginum og í Føroyum sum heild.

 

Útlendingarmál, Schengen og flóttafólk

Føroyar eiga at yvirtaka útlendingamál sum skjótast; nú er nokk drálað! Schengen trupulleikin skal loysast, og tað skal verða við fullum føroyskum limaskapi. Vit skulu hava eina varna og rættvísa útlendingalóg fyri Føroyar. Føroyar eiga at hjálpa flóttarfólki, har tey eru, og ikki taka tey til Føroya.

 

Nei til ES, men ja til fríhandil, negativlista, EBS og møguliga EFTA

 

Vit eiga at siga nei til ES limaskap, men ja til samstarv. Eitt umboð á Fólkatingi eigur at verja okkum fyri ágangi og boykottum frá ES. Føroyar eiga at taka ábyrgd frá Danmark, so hvørt Danmark letur ábyrgd til ES. Vit eiga at taka fyrivarni fyri nýggjum ES lógum og reglugerðum, sum ikki hóska til okkara samfelag.

 

Vit eiga at siga ja til EBS og vit eiga at seta øll segl fyri fríhandli við ES. Í øllum førum, og sum eitt minstamark, eiga vit at tryggja okkum ein negativ-handilslista ístaðin fyri vernadi positiv-handilslista. Verandi handilsavtala við ES er ein sokallaður positivlisti. Tað merkir, at einans ein ávís nøgd av vørum, sum eru nevnd á listanum, sleppa tollfrítt inn á ES marknaðin. Í stóran mun er tað bert talan um føroyska ráðvøru. Ráðvøra, sum síðani verður meirvirkað og brúkt til at skapa arbeiðspláss í ES. Eitt gott og aktuelt dømi er makrelur í dós. Føroyskar fyritøkur mugu keypa fyritøkur og virkir innanfyri í ES fyri at fáa atgongd til marknaðin. Meirvirking verður síðani gjørd á hesum virkjum. Meirvirking, sum tá kemur ES búskapinum tilgóðar og ikki føroyska búskapinum. Handilssáttmálin við ES, positivlistin, er ótíðarhóskandi og sum heild lítið verdur fyri Føroyar. Hetta serliga tá hugsað verður um menning av føroyska búskapinum við meirvirking av fiskatilfeinginum. Meirvirking av fiskatilfeinginum í Føroyum er rætti vegurin fram fyri Føroyar.

 

Sjálvur haldi eg eisini, at ein EFTA limaskapur hevði gagnað Føroyum.

 

Altjóða limaskapir

Vit eiga at slóða fyri, at Føroyar fáa fasta eygleiðarastøðu í ST sum eina byrjan til fullan limaskap. Vit eiga eisini at arbeiða hart fram í móti at gerast sjálvstøðugur limur í heimshandilfelagskapinum WTO. Tað málið gongur alt ov seint! Eisini eiga vit at slóða fyri at gerast sjálvstøðugur limur í NEAFC, NAFO, IWC og Arktiska Ráðnum, bara fyri at nevna nøkur dømi.

 

IOC

Vit eiga at halda fast um sjalvstøðugan limaskapi í IOC og harvið luttaka á Olympiskuleikunum undir Merkinum.

 

Loftrúmið

Vit eiga at yvirtaka loftrúmið sum skjótast. Eg reisti sjálvur málið á Løgtingi fyri trimum árum síðan. Men tíverri skuldi tað vísa seg, at danskir politikkarar og myndugleikar løgdu seg tvørs fyri, og ynsktu at gera hetta torført fyri okkum. Eg vil við einum fólkatingssessi arbeiða hart fyri at loysa teir trupulleikar, hesum viðvíkjandi, sum danir leggja á borðið. Loftrúmið skal yvirtakast!

 

Tað var sera hugstoytt at síggja føroysku fólkatingsumboðini fara beinleiðis í hernað ímóti málinum niðri á Fólkatingi, samstundis sum málið varð viðgjørt í Føroyum. Skal málið við yvirtøkuni av loftrúminum loysast, mugu vit avgjørt skifta okkara núverandi umboð á Fólkatingi út.

 

Yvirtøkulógin og heimildarlógin

Yvurtøkulógin var eitt ómetaliga gott amboð hjá Føroyum at fáa. Hon staðfestir, at Føroyar kunnu yvirtaka nøkur nevnd málsøki, tá føroyingar sjálvir vilja tað. Áðrenn yvirtøkulógina vóru ásetingarnar í Heimastýrislógini galdandi, sum staðfesta, at málsøkini bert kunnu yvirtakast um Danmark sum heild loyvir tí. Eitt dømi um hetta var drúgva royndin at yvirtaka málsøkið ‘ráðevnir í undirgrundini’.

 

Hinvegin er uttanríkispolitiksa heimildarlógin, sum varð tengd at yvirtøkulógini, tíverri ikki sítt papír vert. Lógin byrjar so fínt við føgrum prologi og ásetingum av heimildum, men tíverri verða nærum allar heimildir tilknar aftur í seinni grein longri niðri í somu lóg. Heimildarlógin eigur sum eitt minstamark at verða endurskoða. Tó er helst best bara at avtaka hana aftur; havi ikki sannføring um at lógin kann fáast at venda rætt. Í mínum hugaheimi byggir heimildarlógin uppundir Danmark sum ein eindarstat. Eindarstaturin er tó júst tað sum vit skulu burtur frá. Skal ríkjasamstarvið verða samansett av javnsettum londum ella tjóðum, má eindarstaturin sum tað fyrsta víkja! Hetta byggir heimildarlógin ikki uppundir, heldur tvørtur ímóti!

 

Eg vil sum fólkatingsmaður arbeiða fyri Føroyar og áhugamálini hjá føroyingum og føroysku tjóðini.

 

Janus Rein

Valevni Fólkflokksins til Fólkatingsvalið