Ja til framtíðina - Grønland móti ljósari tíðum

Oddagrein:

Grønlendska tjóðin hevur á fólkaatkvøðuni í gjár við stórum meirilutasamtykt uppskotið til sjálvstýrislóg. Við hesi søguligu avgerð hevur grønlendska fólkið endaliga avsagt ta hálvkoloninialu skipan, sum hevur hingið uppi í heimastýrisskipan Grønlands. Grønland hevur eina langa og hendingaríka søgu. Í meira enn tvey túsund ár hava fólk búleikast við Grønlands ísbardu strendur. Norðbúgvar tóku land í Grønlandi, men gjørdust ikki drúgvir har, og kortini roknaðu norskir kongar fyrst og síðani danskir landið sum teirra. Í 1721 kom Hans Egede til Grønlands og við honum byrjaði koloniseringin av inuit, sum helt fram heilt til 1953, tá Grønland varð innlimað í danska kongsríkið og vit komu í ríkisfelagsskap. Tað eru neyvan fleiri meiningar um, at koloniseringin ikki var inuit til stórvegis gagn. Norsk-danska koloniseringin hevði tær flestu av teimum óhepnu fylgjunum fyri mál og mentan, heilsu, búskaparliga menning, tjóðskaparligan samleika og politisk viðurskifti, sum kolonisering altíð ber við sær.

 

Eftir heimastýri í meira enn fjóðringsøld er frælsis- og sjálvstýrisviljin stútt og støðugt styrknaður. Allir flokkar uttan Demokratarnir taka undir við uppskotinum til sjálvstýrislóg. Hetta boðar frá góðum, og grønlendingar eru sum heild rættiliga samdir í tjóðskaparmálum. Við nýggju skipanini verður tjóðskaparligi sjálvsavgerðarrætturin staðfestur. Hartil verður undirgrundarmálið loyst, málsøki kunnu frítt yvirtakast saman við teimum útreiðslum, sum fylgja við, og blokkstuðulin verður frystur. Tað er nógv, sum bendir á, at Grønland við nýggju sjálvstýrislógini er farið inn á eina leið, sum fer at enda við loysing frá Danmark. Ymiskt kundi bent á, at eisini Føroyar fyrr ella seinni fara inn á somu kós, og er tað sostatt byrjanin til endan á ríkisfelagsskapinum, sum vit uppliva í hesum døgum.

 

Grønland er ung tjóð og eitt sera ríkt land við veldugum møguleikum. Grønland er eisini eitt land við stórum trupulleikum og avbjóðingum. Hinvegin bendir alt á, at grønlendska tjóðin við nýggjari og frælsari politiskari skipan fer at vinna á trupulleikunum og fer at megna við skili og ábyrgd at troyta landsins ríkidømi og menna tjóðina. Vit føroyingar hava mong sterk og gomul bond til Grønland og grønlendsku tjóðina. Vit eiga at styrkja og menna hesi bond og eiga vit tí sum skjótast at lata upp sendistovu í Nuuk. Vit eiga eisini at fara undir at menna mentanarliga, búskaparliga og politiska sambandið við Grønland. Vit sakna ein politikk á hesum øki og skuldi hetta verið ein upplagdur setningur hjá løgtingi og landsstýri at tikið upp. Vit ivast ikki í, at nýggja skipanin fer at verða Grønlandi og grønlendsku tjóðini til gleði og gagns og ynskja grønlendingum hjartaliga tilukku við úrslitinum av fólkaatkvøðuni.