Ja til ES men nei til evruna

Felags evropeiska gjaldoyrað, evran, hevur ongantíð verið so illa umtókt í Svøríki sum nú. Í einari meiningakanning hjá hagstovuni í Stockholm siga, 81,6 prosent av teimum spurdu, at tey vilja ikki hava evruna til gjaldoyra ístaðin fyri krónuna. Bara 9,6 prosent eru fyri.

Samanborið við undanfarnar kanningar vísir hendan nýggja, at mótstøðan ímóti evruni er vaksin í Svøríki í ár. Eitt nú vísti ein kanning í mai, at 77 prosent vóru ímóti at seta evruna í gildi sum gjaldoyra ístaðin fyri krónuna.

Hinvegin vísa kanningarnar, at sviar vilja halda fram í Evropasamveldinum. Í teirri nýggju kanningini taka 44,6 prosent undir við limaskapinum, og 26,3 prosent eru ímóti. Í kanningini í mai vóru tølini ávikavist 46,9 og 24,2.