Ja til at útbyggja Klaksvíkar Sjúkrahús - Noy til ringveg í Tórshavn

John William Joensen, formaður, Norðoya Sambandsfelag

Tað kann ikki koma upp á tal, at landskassin í hesum døgum skal byggja ringveg í Havnini!
Fyri at nýta orð bóndans á Viðareiði, so eru bleyt virði eftir øllum at døma ikki tað sama, um tú býrt í Havn ella á bygd.
Í morgun segði landsstýriskvinnan í Innlendismálum við Kringvarpið, at landsstýrið ásannar, at neyðugt er at gera eitthvørt við ferðslutrupulleikarnar í høvuðsstaðnum. Hon sipaði m.a. til ætlanirnar at byggja Skálafjarðartunnilin og segði, at ætlanirnar hjá Innlendismálaráðnum vóru at gera ein ringveg.
Tað má sigast, at tað rann kalt niðureftir rygginum at hoyra slíkt, tá ein hugsar um hvørja viðferð eitt nú tunnlarnir norður um Fjall og vegurin í Lorvík fingu frá høvuðsstaðarrpressuni og í løgtinginum.
Tað standa nógvar avbjóðingar fyri framman, so sum útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, røktarheim o.o. líknandi mál.
At landsstýriskvinnan umhugsar at byggja nýggjan ringveg í Havn – er ikki eitt signal ein ynskir sær í hesum tíðum – men vísir kanska, hvussu stóra ávirkan høvuðsstaðurin hevur á stovnar og ráðharrastovur. Tað ger einki, um almennir stjórar í Havn og landsstýriskvinnan í Innlendismálum hava fimm minuttir longri at koma til og frá arbeiði - men kanska kemur ringvegurin í Havn eisini undir hugtakið – bleyt virði.
Í hvussu so er var landsstýriskvinnan munandi bleytari, tá hon umrøddi ringvegin í Havn, enn hon var, tá mál sum sandoyartunnil, tunnil norður um Fjall og onnur líknandi mál hava verið til viðgerðar í løgtinginum.
Vónandi eru løgtingsmenn meira at sær komnir og siga NOY til nýggjan ringveg í Havn og ja til at útbyggja Klaksvíkar Sjúrkrahús.